H
Føroya Handverksmeistarafelag

Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

01. mai. 2023 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Fríggjadagin var ársaðalfundur í Føroya Handverksmeistarafelag. Fyri vali stóðu Petur Frank Joensen og Sjúrður Holm. Báðir blivu afturvaldir

Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, skipaði nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag seg eins og frammanundan við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni. Í nevndini sita eisini Dávur Høgnason, Jens Kristian Haraldsen og Sjúrður Holm

Føroya Handverksmeistarafelag arbeiðir fyri umstøðunum og áhugamálunum hjá handverksmeistarum um alt landið. Felagið vegleiðir limunum í sáttmálaspurningum og viðvíkjandi byggimálum og útboðum. Føroya Handverksmeistareafelag umboðar øll handverk og arbeiðir fyri at betra um tilgongdina av lærlingum.

Felagið er meginfelag fyri í løtuni sjey lokalfeløg, sum eru:

Havnar Handverksmeistarafelag

Meistarafelagið í Klaksvík

Eysturoyar Handverksmeistarafelag

Vága Handverksmeistarafelag

Vágs Handverksmeistarafelag

Tvøroyrar Meistarafelag

Suðuroyar Meistarafelag

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya