Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg
Fríggjadagin í farnu viku hevði Føroya Handverksmeistarafelag aðalfund í Vinnuhúsinum. Á skránni var millum annað nevndarval, har Jens Kristian Haraldsen og Magnus Magnussen stóðu fyri vali. Báðir tóku við afturvali og halda sostatt fram í nevndini.
Hinir í nevndini eru Petur Frank Joensen, Dávur Høgnason og Sjúrður Holm.
Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á nevndarfundi. Avgerð varð tikin um at halda fram á sama hátt sum frammanundan. Hetta merkir, at Magnus Magnussen heldur fram sum formaður, og Petur Frank Joensen heldur fram sum næstformaður.