Manglandi fíggingarmøguleikar – ein stórur trupulleiki

01. desember. 2008 | Áskoðan

Orsakað av fíggjarkreppuni merkja eisini føroyskar fyritøkur at torført er at fáa fígging til rakstur og íløgur.

Manglandi fígging í Føroyum
Føroyska vinnan merkir nú av álvara avleiðingarnar av fíggjarkreppuni. Møguleikarnir at fáa atgongd til fígging eru avmarkaðir, og vinnufyritøkur merkja, at handilsambondini ganga munandi trekari. At fígging er vorðin dýrari og sera torfør at fáa atgongd til, fær nú álvarsligar fylgjur fyri vinnuna og føroyska búskapin næstu tíðina.
Uttanlands henda sera stórar broytingar í fíggjarheiminum. Seinastu vikurnar hava útflutningsfyritøkurnar merkt, at tær missa tryggingar av keyparum uttanlands. Hetta er sera álvarsligt, tí rakstrarfíggingin hjá útflutningsfyritøkunum er treytað av, at teirra keyparar hava tryggingar. Orsøkin til, at keyparar missa sína trygging, er, at feløgini, sum endurtryggja tryggingarnar, eru komin í fíggjarligar trupulleikar, umframt at fíggjarmarknaðirnir yvirhøvur virka illa.
At selja vørur kontant er ein leið at ganga, men føroyskar vørur gerast minni kappingarførar, tá útflytarar í øðrum londum kunnu bjóða betri gjaldstreytir, tí teirra lond kunnu veita útflutningstrygd til útflytararnar.
Útflutningsfígging
Skipanir við útflutningsfígging finnast í fleiri londum. Norska skipanin við útflutningsfígging er háttað soleiðis, at til ber hjá norskum fyritøkum at søkja um at fáa keyparar úr øðrum londum tryggjaðar gjøgnum útflutningsfíggingarskipanina. Nakað líknandi skipan hava danskar fyritøkur. Útflutningsfíggingarskipanirnar veita bæði tryggingar og fígging til útflutningsfyritøkur.
Í Føroyum er eingin slík skipan tøk til útflutningsvinnuna. Tað merkir, at føroyskar fyritøkur í hesum døgum mugu selja kontant, meðan kappingarneytarnir úr grannalondunum hava møguleikan at fáa tryggingar í nationalum útflutningsfíggingarskipanum. Hetta er við til at avlaga kappingina millum fyritøkur úr ymsum londum. Fyritøkur, sum selja á sama marknað og mangan til somu keyparar.
Fyritøkuveð
Í Føroyum er heldur eingin skipan við fyritøkuveð (virksomhedspant). Slíkar skipanir geva fíggjarstovnum betri trygdir. Fyritøkur, sum hava stórar goymslur njóta serliga gott av slíkari skipan. Ein skipan við fyritøkuveð gevur virkjum betri møguleika at veita trygd í m.a. vørugoymslum og ágóðum hjá keyparum. Skipanir við fyritøkuveð eru galdandi í flestu grannalondum okkara, men ikki í Føroyum.
Hvat gera vit?
Føroysk vinna manglar karmar, sum eru sjálvsagdir í londunum kring okkum. Hetta er serstakliga álvarsligt nú, tað er so torført at fáa fígging til dagliga virksemið. Vanligar marknaðarskipanir við trygging av keyparum í útlandinum virka ikki orsaka av fíggjarkreppuni, og skipanin við fyritøkuveð, sum kundi verða við til at hjálpt um fíggingarmøguleikarnar hjá vinnuni, er ikki galdandi her hjá okkum. Føroya Arbeiðsgevarafelag metir tað hava alstóran týdning, at umboð fyri vinnu og politisku skipanina beinanvegin seta seg at viðgera hesi mál og koma við uppskotum um, hvat til ber at gera á hesum økinum, fyri at fáa loyst upp fyri nøkrum av teimum trupulleikum, vit hava í løtuni.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L