Á aliráðstevnuni, sum varð hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 3. mars, var besta handverkið innan aling kunngjørt.
Tvey úrslit verða heiðraði: besta úrslit fyri smoltstøðir og besta úrslit fyri alistøðir á sjónum. Besta úrslit fyri smoltstøðir verður avgjørt eftir lægsta byrjanarfellinum a sjónum. Besta úrslit fyri alistøðir á sjónum verður avgjørt eftir einum effektivitetsindeksi, sum er grundað á vøkstur og fóðurnýtslu.
Smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum hevði best úrslit fyri smoltstøðir og alistøðin hjá Marine Harvest í Haldórsvík hevði besta úrslitið fyri alistøðir á sjónum.
Bestu úrslitini vóru hesi:
Smoltstøðir:
Hellurnar – Marine Harvest: 0,80 % felli
Norðtoftir – Bakkfrost: 4,04 % felli
Fútaklettur – Hiddenfjord: 4,97 % felli
Alistøðir á sjónum:
Haldórsvík – Marine Harvest: indeks 125,7
Kunoyarnes – Bakkafrost: indeks 117,2
Vestmanna – Hiddenfjord: indeks 117,1
Sørvágur – Hiddenfjord: indeks 112,4
Les eisini: Væleydnað aliráðstevna