Marknaðaratgongd hægstu raðfesting

23. november. 2020 | Áskoðan

Altjóða samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur eiga at fáa hægstu raðfesting á vinnupolitiska økinum, soleiðis sum útlitini eru í løtuni

Árið í ár fer uttan iva at koma í søgubøkurnar sum eitt av serligu árunum, ið kemur at ávirka søgu­gongdina komandi árini, men hvussu søgan fer at lýsa komandi tíðina, kunnu vit bert meta og gita um í løtuni.

Nógvar greiningar og forsøgnir eru gjørdar, hvussu koronafarsóttin, Brexit og amerikanska forsetavalið fara at ávirka gongdina í altjóða búskapinum frameftir. Niðurstøðurnar eru nógvar og ymiskar, men eitt, sum tíverri gongur aftur í fleiri forsøgnum, er, at jaliga gongdin við vaksandi fríhandli í altjóða samfelagnum, nógvu tey seinastu árini, fer at venda, og fleiri lond fara at halda seg aftur á altjóða marknaðunum fyri at verja sína egnu framleiðslu.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar ikki, at hetta verður veruleiki, tí drúgva arbeiði við at menna altjóða fríhandil við at strika kappingaravlagandi handilsforðingar við landamørkini, hevur heilt vist verið ein týðandi drívmegi fyri framgongd og hægri vælstandi í øllum heiminum, serliga í einum so lítlum og opnum búskapi, sum tí føroyska.

Hóast Føroyar eru lítlar og vit eru fá í tali, so hava Føroyar ment seg til eitt nýmótans og vælvirkandi vælferðarsamfelag, á sama støði, sum mest framkomnu londini í heiminum.

Hetta hevur borið til, tí vit á einari síðu eru sloppin framat stórum altjóða marknaðum við okkara vørum og tænastum. Á hinari síðuni hava vit havt atgongd til vørur og tænastur á stórum altjóða marknaðum undir javnbjóðis kappingartreytum, bæði til føroysku vinnuna og til føroyska brúkaran.

Skulu vit trúgva døpru spádómunum um minni fríhandil og at fleiri handilsforðingar fara at stinga seg upp í altjóða samhandli komandi árini, so verður hetta ein av størstu hóttanunum ímóti framhaldandi framgongd í føroyska samfelagnum, tí marknaðaratgongd er lívsneyðug fyri virðiskapanina í føroysku vinnuni og føroyska samfelagsbúskapinum.

Hetta snýr seg bæði um marknaðaratgongd fyri at sleppa av við føroyskar vørur og tænastur, og um marknaðaratgongd fyri at fáa fatur á vørum og tænastum til føroyska samfelagsbúskapin, t.d. fiskirættindi í fremmandum sjógvi og atgongd hjá fyritøkum og privat fólki til vørur og tænastur á altjóða marknaðum undir javnbjóðis kappingarfortreytum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer tí at mæla politisku skipanini til at lata samráðingar um altjóða handils- og samstarvsavtalur fáa hægstu raðfesting á vinnupolitiska økinum, soleiðis sum útlitini eru í løtuni.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L