Á aliráðstevnuni fríggjadagin 27. februar legði Hans Jákup Mikkelsen, sølumaður hjá Marine Harvest í Føroyum fram um marknaðarútlitini fyri alifisk í 2009.
Av hendingum seinastu tíðina, sum verdar eru at nevna so eru útlit til, at framleiðslan í Kili fer at fella niður í eina helvt í mun til undanfarin ár. Tað merkir, at amerikanski marknaðurin fer at mangla upp ímóti 70.000 tonsum av laksi í 2009. Roknað verður við, at føroyingar væntandi aftur fáa atgongd til russiska marknaðin, sum var stongdur 1. sept. 2008. Fíggjarkreppan, sum leikar um heimin ávirkar marknaðirnar, men enn er marknaðurin fyri laks og síl ikki nógv ávirkaður av hesum.
Hvør prísurin á laksi verður, er sjálvsagt torført at spáa um, men laksaprísurin hevur seinastu tíðina ligið millum 20 og 25 kr/kg.
Forsøgnin fyri heimsútboðið av laksi í 2009 er, at tað verða umleið 5% minni av laksi í útboði, meðan útboðið í Evropa fer at vaksa 11%. At heimsútboðið fellur er fyrst og fremst orsaka av, at kilenska alivinnan í hesum tíðum hevur sera stórar sjúkutrupulleikar og ikki klárar at veita laks á amerikanska marknaðinum. Tað vil allarhelst føra við sær, at norðmenn vilja selja laksafløk á amerikanska marknaðinum eisini og tað vil vónandi gera at betri pláss er á evropeiska marknaðinum til m.a. føroyskan laks.
Forsøgnin fyri útboðið av sílum er at rokna verður við, at tað verða 9,5% minni av sílum tøkum í útboðið í 2009 í mun til 2008. Í 2008 økti útboðið 9,9%.
Samanumtikið kann sigast, at marknaðarútlitini fyri alifisk í 2009 eru góð, og at spennandi verður at eygleiða, hvussu fíggjarkreppan vil ávirka laksamarknaðin komandi tíðina.