Sambært tølum frá Hagstovu Føroya var samlaða útflutningsvirðið á vørum úr toski, hýsu og upsa 753 mió. kr. fyrstu seks mánaðirnar í ár, meðan virðið somu tíð í fjør var 794 mió. kr. Lutfalsliga svarar minkingin í útflutningsvirðinum til góð 5%.
Tað er tó ójavnt, hvussu gongdin í útflutningsvirðinum hjá hesum trimum fiskasløgum hevur verið. Fyrra hálvár 2008 er útflutt fyri 352 mió. kr. í toskavørum, sum er 30 mió. kr. meir enn fyrra hálvár í 2007. Hetta svarar til eina øking á góð 9%, sum so at siga øll stavar frá einari øking í prísinum, tí útflutta nøgdin liggur í báðum førum um 7.000 tons.
Frá januar til juni í ár er útflutningsvirðið á upsa 278 mió. kr., sum er umleið 24 mió. kr. minni enn somu tíð í 2007. Hetta svarar til eina afturgongd á 8%. Orsøkin er, at útflutta nøgdin í 2008 er munandi minni enn í 2007. Sambært tølum frá Hagstovu Føroya, vórðu umleið 2.500 tons færri útflutt av upsavørum fyrstu seks mánaðirnar í ár, og svarar hetta til eina minking á góð 13% í mun til sama tíðarskeið í 2007. Hinvegin er miðalprísurin á útfluttu nøgdunum hækkaður við 6%, og tí er minkingin í útflutningsvirðinum á upsa avmarkað til 8%.
Ringast stendur til við hýsuni, sum er gingin aftur bæði í nøgd og prísi. Nøgdin av útfluttum hýsuvørum er minkað við 22%, og miðalprísurin er lækkaður við góðum 7%. Samanlagt gevur hetta eina minking í útflutningsvirðinum á knappar 47 mió. kr., sum svarar til eina afturgongd á 27,5% í mun til fyrra hálvár í 2007.
| | Fyrra hálvár | | |
| | 2007 | 2008 | Munur | Broyting |
Toskur: | | | | |
| Útflutningsvirði í 1.000 kr. | 322.393 | 352.494 | 30.100 | 9,3% |
| Útflutt nøgd í tonsum | 7.169 | 7.233 | 65 | 0,9% |
| Miðalprísur kr/kg | 45,0 | 48,7 | 3,8 | 8,4% |
| | | | | |
Hýsa: | | | | |
| Útflutningsvirði í 1.000 kr. | 169.492 | 122.849 | -46.643 | -27,5% |
| Útflutt nøgd í tonsum | 6.417 | 5.007 | -1.410 | -22,0% |
| Miðalprísur kr/kg | 26,4 | 24,5 | -1,9 | -7,1% |
| | | | | |
Upsi: | | | | |
| Útflutningsvirði í 1.000 kr. | 302.521 | 277.982 | -24.539 | -8,1% |
| Útflutt nøgd í tonsum | 18.419 | 15.946 | -2.473 | -13,4% |
| Miðalprísur kr/kg | 16,4 | 17,4 | 1,0 | 6,1% |
Kelda: Hagstova Føroya | | | | |