Útbúgvingar, ið verða skipaðar sum meistaralæra, virka væl og eru sum heild eftirspurdar í vinnuni. Tað eigur at verða umhugsað, at nýta hesa skipan í fleiri útbúgvingum.
Meistaralæra er eitt slag av útbúgving, har tann sum er í læru, skiftir millum praktiska læru hjá einum meistara og skúlaundirvísing. Í føroyska vinnulívinum er hetta slagið av læru sum heild væl dámt, tí lærlingurin mennir sínar førleikar praktiskt og ástøðiliga, samstundis sum hann ella hon venur seg við gerandisdagin í einari fyritøku, og hvussu hesir førleikar kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum. Og tá gerst lærlingurin skjótari førur fyri at gerast eitt týðandi íkast til fyritøkuna eftir lokna útbúgving, umframt at lærlingurin skjótari skilir týdningin av tí, sum verður lært.
Tíverri er skipanin við meistaralæru undir trýsti ymsa staðni frá. Í grannalondunum verður skúlin ein alsamt størri partur av lærlingaútbúgvingunum, meðan læran á læruplássinum minkar í vavi. Í summum londum er læran á læruplássi bert ein viðfáningur. Eisini í Føroyum vinda hesir tankar uppá seg. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað hava týdning, at tað er ein hóskandi javnvág millum læru á læruplássi og skúlaundirvísing, og at báðir læruhættir eru týðandi fyri góðskuna á útbúgvingini hjá lærlinginum.
Fólk hava tó ymiskar fortreytir fyri at læra, og tað er ymisk, hvussu fólk læra best. Nøkur læra mest við at lesa og hoyra, meðan onnur í størri mun hava brúk fyri at læra við at royna tað í praksis. Meistaralæran kann vera ein skjótari og betri máti at læra hjá hesum seinna bólkinum, enn um øll undirvísingin var í skúlanum.
Føroysku handverkaraútbúgvingingarnar eru dømi um útbúgvingar, sum eru skipaðar við meistaralæru. Og lærlingar við einari føroyskari handverksútbúgving eru høgt í metum hjá arbeiðsgevarum, bæði í Føroyum og uttanlands. Tí hevur tað týdning støðugt at menna henda partin av útbúgvingarskipanini, so vit kunnu fáa fleiri og uppaftur betri handverkslærlingar.
Spurningurin er eisini, um tað ikki hevði verið eitt gott hugskot at nýtt prinsippini frá meistaralæruni í øðrum útbúgvingum eisini. Hví skal tað bera til, at ein lesandi tekur ein hægri útbúgving uttan at koma í samband við eitt arbeiðspláss yvirhøvur? Uttan iva kundi tað eisini verið ein fyrimunur, at tey lesandi á hægri útbúgvingum kenna gerandisdagin á einum arbeiðsplássi, og hava lært hjá einum meistara, sum kann læra tey um tann praktiska gerandisdagin og tær royndirnar, sum viðkomandi hevur gjørt sær. Hetta kann eisini gera, at tað, sum tey læra í skúlanum, gerst meira viðkomandi, og tey betur skilja, hvat tey skulu brúka hetta til seinni í lívinum.
Vit mugu trúgva uppá, at tað kann hava líka stórt virði at læra í einari arbeiðsstøðu sum í skúlanum. Og at tað líka væl ber til at byggja víðari uppá ein lærlingaútbúgving sum eina reina bókliga útbúgving. Tað hevur stóran týdning, tá fólk velja sær eina útbúgvingarleið, at tað altíð ber til at byggja víðari á útbúgvingina. Her kunnu tey norðurlendsku londini læra nógv frá miðevropeisku londunum, serliga Eysturríki, Sveis og Týsklandi, har yrkisútbúgvingar eru líka høgt í metum sum bókligar útbúgving, og har tað altíð ber til at leggja afturat útbúgvingini. Valið av útbúgvingarleið má ongantíð gerast ein forðing fyri at fara víðari til eina hægri útbúgving.