Í gamla Grikkalandi var ein mentorur sera týðandi fyri menningina av evnaríkum ungdómi, tí mentorurin kundi deila sína vitan, royndir og stuðla næmingunum. Næmingurin fekk hinvegin møguleika at læra av royndunum hjá mentorinum, onkran royndan at sparra við, menning á yrkisleiðini og góð sambond.
Mentorfunka á leinkjan.fo
Leinkjan.fo, sum Vinnuhúsið umsitur, er heimasíða, sum knýtir sambond millum lesandi og føroyska vinnulívið. Heimasíðan gevur lesandi møguleika at kunna seg um verkætlanir, praktikkmøguleikar og lestrarstørv í Føroyum.
Umframt hetta hevur Leinkjan eisini eina mentor funku, sum gevur lesandi møguleika at fáa ein mentor úr føroyska vinnulívinum. Tann lesandi søkir um at fáa ein mentor, og Vinnuhúsið finnur síðani onkran hóskandi, ið verður vald/ur út frá tí, tann lesandi ynskir at kunna seg um.
- Eg skrásetti meg á leinkjan.fo at fáa ein mentor. Tá manglaði eg bert seinasta árið av bachelorútbúgvingini, sigur Dávid Fossdalsá, ið hevur lisið altjóða búskap og samskifti á University of Nottingham Ningbo China.
- Eg ynskti at fáa samband við ein við drúgvum royndum innan sølu- og marknaðarførslu, nógvum arbeiðsroyndum uttanlands har altjóða samskifti var ein nátúrligur partur av arbeiðnum, og ein, eg kundi ráðføra meg við um framtíðar arbeiðslív og útbúgving. Tankin var, at tað skuldi vera onkur, sum kanska minti eitt sindur um meg, men var komin nógv longri í lívinum, sigur Dávid.
Ein skylda at vegleiða
Hinvegin heldur mentorurin hjá Dávidi, Richard Martin Mortensen, ið arbeiðir sum sølu- og marknaðarleiðari á Mest, at tað er sera týdningarmikið at roynd vinnulívsfólk eru til taks fyri evnarík ung fólk.
- Eg haldi tað og tað onkunsvegna vera eina skyldu mótvegis unga ættarliðnum at vegleiða tey so væl, vit kunnu, sigur hann.
Dávid og mentorurin samskiftu umvegis teldupost í nakrar mánaðir, áðrenn teir av tilvild møttust á ólavsøku, og síðani tá hava teir hitst av og á at práta.
- Vit høvdu tosað um at møtast, og tá hevði eg eisini avgjørt at vera verandi í Føroyum komandi hálva árið. Hann var sera hjálpsamur at vegleiða meg, hvar eg skuldi fara í praktikk, hvønn eg skuldi tosa við, og hvussu eg skuldi føra meg fram. Vit settu okkum nøkur mál fyri tíðina í Føroyum, og tey málini havi eg nátt við góðum úrsliti. Nú fara vit báðir í felag at práta um nýggj mál.
Góður møguleiki
Dávid heldur, at Richard Martin eigur heilt vist ein part av æruni fyri, at hann vetrarhálvuna av 2016 var í starvslæru í Vinnuhúsinum og partvíst arbeiddi saman við Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Hetta hevur givið Dávidi nakrar ógvuliga góðar royndir og stórar avbjóðingar, ið kunnu brúkast víðari, nú hann aftur fer út í heim.
Richard Martin leggur tó aftrat, at skal mentorsambandið rigga, so mugu bæði mentorin og næmingur hansara vera opnir og taka tað í álvara.
- Tað er uppgávan hjá mentorinum at vegleiða næmingin og tora at bjóða dreymunum og tonkunum av og samstundis vera stuðlandi og nærverandi fyri næmingin. Hetta er eisini ein uppgáva, sum er gevandi fyri meg, tí eg fái samband við ung fólk og kann vegleiða tey við støði í egnum royndum, sigur Richard Martin.
Dávid leggur afturat, at tað at fáa sær ein mentor er ein upplagdur møguleiki at fáa samband við onkran í vinnulívinum, sum vil tær væl, tá hann sigur, at:
- Fyri meg hevur verið gott at hava onkran at ráðgeva mær, sum hevur roynt nógv av tí, eg sjálvur havi áhuga fyri. Hann [mentorurin] fær loftað fleiri av mínum framtíðardreymum og hjálpt mær at gera teir til veruleika, sigur Dávid heldur álvarsamur.
Dávid Fossdalsá og Richard Martin Mortensen fara at halda fram við mentorsamstarvinum og vænta, at nógv spennandi kann koma burtur úr samstarvinum eisini í framtíðini.
Les meira um Leinkjuna og mentorskipanina á www.leinkjan.fo