Mynd A

Metstór luttøka á Aliráðstevnuni 2024

04. mars. 2024 | Tíðindi | Havbúnaður

Fríggjadagin 1. mars skipaði Havbúnaðarfelagið fyri árligu Aliráðstevnuni. Upp ímóti 450 luttakarar luttóku á ráðstevnuni í ár, og ongantíð áður hevur luttakaratalið verið so stórt sum hesuferð.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum setti Aliráðstevnuna, har fólk úr alivinnnuni, granskingarstovnum, undirveitarum til alivinnuna og frá almennum myndugleikum luttóku. Á skránni vóru bæði styttri og longri framløgur um gongdina í føroysku alivinnuni, og aðrar framløgur sum viðgjørdu ymisk áhugaverd og aktuel evnir í alivinnuni í løtuni. Eisini vóru framløgur um ymiskar avbjóðingar sum alivinnan hevur.

Á Aliráðstevnuni eru eisini góðir møguleikar at netverka, og nógv nýttu møguleikan at fáa eitt prát við fólk í og kring alivinnuna.

Framløgurnar frá degnum verða lagdar út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

Sí myndir frá tiltakinum niðanfyri.

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4