Metstórur tørvur á arbeiðsmegi í Europa

21. januar. 2019 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Tørvurin á arbeiðsmegi í Europa hevur ongantíð verið størri, og arbeiðsloysið er nú so lágt, at tað er undir strukturella støðinum. Hetta er galdandi bæði í ES sum heild, men eisini í fleiri av teimum londunum, sum vit vanliga fáa arbeiðsmegi úr.

Greining, sum DA (Dansk Arbejdsgiverforening) hevur gjørt, vísir, at tað ikki bara er í Danmark, at tørvurin á arbeiðsmegi er stórur í løtuni – hetta ger seg eisini galdandi í meginpartinum av Europa. Um hugt verður eftir ES sum heild, hevur tørvurin á arbeiðsmegi ongantíð verið størri. Greiningin tekur sjálvsagt støði í teimum londum, haðani Danmark vanliga fær útlendska arbeiðsmegi, men hetta eru á leið somu lond, haðani føroyskar fyritøkur hava funnið tøka arbeiðsmegi.

Í ES má fjórða hvør byggifyritøka og meira enn fimta hvør ídnaðar- og tænastufyritøka avmarka framleiðsluna, tí tær ikki fáa nóg nógva arbeiðsmegi við røttu førleikunum.

Tørvurin á arbeiðsmegi er serliga stórur í londum, haðani Danmark seinastu árini hevur fingið starvsfólk. Týskland, Svøríki, Rumenia og Litava eru í dag tey fimm londini, sum hava latið flest starvsfólk til Danmarkar.

Í Svøríki og í Póllandi tørvar umleið helvtini av byggifyritøkunum starvsfólk, meðan tað í Týsklandi og Litava er talan um triðjuhvørja byggifyritøku, sum er noydd at avmarka framleiðsluna orsakað av tørvinum á arbeiðsmegi.

Í ídnaðinum manglar arbeiðsmegi á aðruhvørjari polsku og fjórðuhvørjari týsku fyritøku. Á tænastuøkinum er tað 4 av 10 svenskum fyritøkum og 3 av 10 polskum fyritøkum, sum ikki finna tey starvsfólk, teimum tørvar.

Hetta lága arbeiðsloysið merkir, at tað ikki er nógv tøk orka eftir á arbeiðsmarknaðinum, og í fleiri av londunum er arbeiðsloysið lækkað so nógv, at tað nú er undir strukurella arbeiðsloysinum í landinum. Hetta merkir, at arbeiðsloysið nú er so lágt, at tað í longdini kann hava við sær mistar kappingarførleikar.

Í Póllandi er arbeiðsloysið í 2018 lækkað niður á 4 prosent, meðan strukturella arbeiðsloysið verður mett at vera 5,7 prosent. Sama myndin ger seg galdandi í Týsklandi, Rumenia og Litava hóast munurin er eitt sindur minni. Sambært nýggjastu framskrivingunum hjá ES-nevndini kunnu øll londini vænta, at arbeiðsloysið fer at lækka enn meira komandi tvey árini.

Í Føroyum var arbeiðsloysið í september 2018 1,5 prosent. Hóast vit ikki hava nakað tal fyri strukturella arbeiðsloysið í Føroyum, so er lítið at ivast í, at tað er omanfyri 1,5 prosent.

Sí annars grafar og talvur á heimasíðuni hjá DA her.

Kelda: Dansk Arbejdsgiverforening www.da.dk

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L