Mia

Mia Wagner á Vinnudegnum: Íløgur og íverksetan

11. september. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi | Shipping

Á Vinnudegnum fer Mia Wagner at greiða frá síni yrkisleið sum íleggjari og íverkseti.

Mia Wagner er kendur íleggjari og íverkseti í Danmark. Mia er fyrrverandi leyvinda í Løvens Hule, sjónvarpsrøðini sum hevur verið víst á DR, har leyvurnar hava gjørt íløgur fyri fleiri tals milliónir í danskar íverksetar.

Tá Mia av álvara gjørdist varug við tann stóra skeivleikan millum kvinnur og menn innan íverksetan, valdi hon at vera við til at stovna Nordic Female Founders. Nordic Female Founders var stovnað í 2020, við tí endamálið at økja um diversitetin í íverksetan í Danmark. Fjølbroytni er eittsindur sum tað grøna orkuskiftið, nakað sum skal gerast á øllum stigum. Eisini í tí einkulti fyritøkuni, ella í grundini eisini í landsstýrinum. Tað skal takast við í einhvørjari gerð, sigur Mia.

Umframt íverkseti og íleggjari, so er Mia eisini nevndarlimur í Dansk Erhverv, har Mia umboðar íverksetanina, smáar og miðalstórar fyritøkur, eigaraleiðsluna og tær kvinnur í vinnulívinum sum enn mangla fyrimyndir.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya