IMG 0961

Miðnámsskúlanæmingar vitjaðu Vinnuhúsið

17. mars. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Miðnámsskúlanæmingar frá Glasi vístu stóran áhuga fyri avbjóðingum og møguleikum í privatu vinnuni

Tað er av stórum týdningi, at ung sum eldri fáa innlit í vinnulívið, og samstundis leggja sær í geyma avbjóðingarnar og møguleikarnar, sum privata vinnan stendur fyri. Fríggjadagin í farnu viku vitjaðu 40 miðnámsskúlanæmingar frá Búskaparbreytini á Glasi í Vinnuhúsinum.

Niels Winther, stjóri, greiddi frá virkseminum í Vinnuhúsinum og kjarnini, sum er at arbeiða fyri, at føroyskt vinnulív hevur bestu møguleikarnar fyri at kappast, mennast og framleiða varandi virði.

Miðnámsskúlanæmingarnir fingu innlit í fýra avbjóðingar, sum privata vinnan stendur fyri; nevniliga starvsfólkatørv, hækkandi kostnað at reka vinnu, marknaðaratgongd og burðardygga framleiðslu.

Harumframt fingu tey innlit í altjóða handil, útflutning og búskap.

At enda greiddi Alvi Hjelm, ráðgevi, frá um føroyska arbeiðsmarknaðin. Hann greiddi millum annað frá, hvussu arbeiðsmarknaðurin er skipaður, samstundis sum hann gav miðnámsskúlanæmingunum innlit í sáttmálasamráðingar.

Í Vinnuhúsinum fegnast vit um, at miðnámsskúlanæmingar geva sær stundir at vitja okkum við at vísa stóran áhuga fyri at hoyra meira um privata arbeiðsmarknaðin. Vit gleða okkum at taka ímóti fleiri næmingum í framtíðini.

Annað á breddanum

  1. Semja við Finansforbundet

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet hava skrivað nýggjan tvey ára sáttmála

    17. Mars. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Finansforbundet
  2. Havnar Handverksmeistarafelag havt aðalfund

    Sigtór A. Petersen er nýggjur nevndarlimur í Havnar Handverksmeistarafelag

    17. Mars. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (1)
  3. Limatiltak og ársaðalfundur í Ráðgevarafelagnum

    Setrið og ætlanin á Frælsinum eru til umrøðu, tá ið skipað verður fyri limatiltaki í Ráðgevarafelagnum

    17. Mars. 2025
    Mynd Nevndin Í RGF Til Tíðindi