Danska stjórnin og danski fólkaflokkurin hava júst gjørt avtalu um menningarætlan fyri danska fiski- og alivinnu í 2011. Í alt verða 270 milliónir krónur avsettar til endamálið.
Partarnir eru samdur um, at peningurin í árunum 2011-2013 skal nýtast til burðardygga framleiðslu innan fiski- og alivinnu, men eisini til ymiskar menningarverkætlanir innan eitt nú fiskihættir, sporføri av fiskavørum og størri dygd í tilvirkan av fiski. Eisini er peningur settur av til nýtímansgerð av fiskiskipum í 2011.
Danska menningarætlanin fyri fiski- og alivinnuna er góðkend av ES, og er fiskivinnugrunnurin hjá ES (EFF) við 995 milliónum við til at fíggja verkætlanina.
Kelda: www.intrafish.no