Minningarorð frá Havbúnaðarfelagnum um Andrias Jessen Reinert

30. september. 2019 | Tíðindi | Havbúnaður

Herfyri bórust boðini um, at Andrias Jessen Reinert var farin. Andrias var øll tey ár, honum untist at liva her á fold, sera áhugaður í náttúruni, og hevur øll árini verið fúsur at deila av sínari vitan. Sjálvt á ellisárum helt hann fram við at kunna á sosialum miðlum og aðrastaðni um ymisk náttúruviðurskifti, sum høvdu hansara áhuga. Og Andrias dugdi væl at siga frá, og tí var tað altíð spennandi at fylgja við í tí, sum hann hevði uppá hjarta.

Andrias var undangongumaður innan føroyskan havbúnað, og tann blómandi alivinna, sum vit síggja í dag, byggir í stóran mun á tað slóðbrótandi arbeiði, sum Andrias á sínari lívsleið stóð á odda fyri, fyrstu árini á Fiskirannsóknarstovuni og seinni á Fiskaaling.

Fiskirannsóknarstovan sendi í 1965 Andrias á rannsóknarferð til Brøns í Danmark at fáa sær vitan um sílaaling, og Andrias kom til ta niðurstøðu, at góðir møguleikar skuldu verið fyri at ala síl í Føroyum. Júst í Túni vísti áhuga fyri møguleikanum fyri sílaaling, og stutt eftir rannsóknarferðina vóru fyrstu rognini innflutt úr Brøns til Føroya.

Á einari aliráðstevnu á Hotel Føroyum greiddi Andrias livandi frá trupulleikunum við at innflyta tey fyrstu rognini. Rognini vóru sett umborð á skip til Føroyar, og á kassanum stóð skrivað ”ørredæg”. Manningin umborð helt, at egg skuldu standa gott og fjálgt, og vórðu tey tí sett inn í hitan í kabússini. Sílarogn hava tó brúk fyri at standa kalt, og stórur partur av rognunum vóru tí deyð, tá tey komu vegin fram. Andrias mátti so standa í dagavís og pilka deyð egg burturúr, og hóast nøkur egg komu livandi frá ferðini, var tað bert ein brøkpartur av tí, sum ætlanin var. Sum Andrias skemtiliga tók til, so var hetta fyrsta katastrofan í føroysku alivinnuni.

Tá samanumkom, komu bert 1100 maðkapirrur burturúr, men hesar gjørdu stórt gagn í aliroyndunum. Góða gongdin í vøkstrinum á hesum sílum gjørdi tey áhugaðu enn meira sannførd um, at tað átti at bera til at ala í Føroyum.

Í 1973 yvirtók landið allan partapeningin í P/F Fiskaaling, og Andrias gjørdist stjóri í almenna felagnum. Andrias legði øll 22 árini sum stjóri í P/F Fiskaaling stóran dent á at birta uppundir hugin at fara undir aling, og royndirnar á Fiskaaling vóru uttan iva við til at sannføra privat feløg og fíggingarstovnar um, at aling var verd at royna. Andrias var øll árini ein sterk rødd í føroyskari aling og gjørdi sítt fyri at menna føroysku alingina, og ikki minst legði hann dent á, hvussu týdningarmikið tað var at ala í samljóð við náttúruna. Í stóran mun eru tað hansara tankar, sum hava viðvirkað til, at nógv týðandi stig eru tikin rætta vegin á burðardyggu leiðini í alivinnuni, bæði við lóggávu og á annan hátt.

Umframt sín týðandi leiklut at menna føroysku alivinnuna, minnast vit eisini Andrias sum eitt menniskja, sum spreiddi gleði og lív rundan um seg, har hann kom. Altíð positivur, altíð søgufróður og altíð til reiðar at tríva í ein sang, um heitt varð á hann. Lógvabrestirnir á Aliráðstevnuni hava sjáldan verið størri, enn tá sterka røddin hjá Andriasi treiv í sangin My Way hjá Frank Sinatra. Og hann sang bara við alt størri sannføring og innlivilsi, sum árini liðu. Sterka røddin hjá Andriasi er nú tagnað, men vit goyma hana í minninum. Bæði tað, sum var borið fram um føroyska aling, og teir sangirnar, sum hann ríkaði okkum við.

Andrias varð í 2018 tilnevndur heiðurslimur í Havbúnaðarfelagnum fyri sítt ótroyttiliga og slóðbrótandi arbeiði, føroysku alivinnuni at gagni.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L