Tilgongdin av lærlingum í føroysku handverkaravinnuni er misjøvn – summar vinnur hava lætt við at fáa lærlingar, meðan aðrar hava trupult við at fáa fólk. Vinnuni tørvar dugnaligar lærlingar, sum hava áhuga fyri yrkinum og kunnu tryggja føroyska kappingarførið í framtíðini.
Limir í Føroya Handverksmeistarafelag hava sera ymiskar royndir, tá ið teir søkja eftir lærlingum. Dømi eru um timburmeistarar, sum fáa sera fáar umsóknir til síni lærupláss, meðan fleiri ynskja at læra til elektrikara.
- Vit fáa nógv fleiri umsóknir til lærupláss í dag, enn vit áður hava upplivað. Tey ungu síggja oljuævintýrið fyri sær og vilja læra til elektrikara, so tey kunnu arbeiða í Noregi, sigur Pauli Hofgaard stjóri í LM-Electric.
Fleiri elektrikarar siga tó, at tað er ein kendur trupulleiki í vinnuni, at tey missa fólkið, tá læran er fullførd. Orsøkin er, at útlærda fólkið fer til Noregs at arbeiða. Hetta er ein trupulleiki fyri føroysku vinnuna.
Tó er støðan ein onnur, tá talan er um eitt nú bakaravinnuna, har áhugin ikki er eins stórur.
- Í dag velja fleiri bókligar útbúgvingar, og ov lítil dentur verður lagdur á yrkisútbúgvingar. Tað er sera týdningarmikið, at vit framhaldandi klára at fáa nýggjar sveinar til vinnuna, sigur Jórun Mørkøre, bakarameistari í Klaksvík.
Dansk Industri er farið undir eitt átak, sum eggjar donsku vinnuni at taka fleiri lærlingar, og á henda hátt vísa teimum ungu, at yrkisútbúgvingar geva góðar starvsmøguleikar eftir lokna læru. Støðan í Føroyum er tann, at lítil áhugi er fyri summum yrkisútbúgvingum.
Nógv bendir á, at um nøkur ár verður enn størri tørvur á fólki við yrkisútbúgvning ella tekniskum útbúgvingum. Støðan í løtuni er tó tann, at samsvar ikki er millum eftirspurningin eftir lærlingum og talið av søkjandi.