Tann 28. mai 2010 varð avtala undriskrivað um at limirnir í Føroya Motorpassarafelag verða fluttir yvir í Maskinmeistarafelagið og samstundis yvirtekur Maskinmeistarafelagið ognir og skyldur hjá Føroya Motorpassarafelag.
Føroya Motorpassarafelag, sum varð stovnað tann 14. desember 1932, er við hesum farið í søguna og Maskinmeistarafelagið tekur sær av sáttmálaviðurskiftum hjá øllum, sum starvast í maskintænastu á sjógvi og landi.