Í Ráðgevarablaðnum fyri 2024, ið Ráðgevarafelagið júst hevur givið út, verður dentur m.a. lagdur meiri burðardygd í byggivinnuni. Árni Jakobsen, formaður í Ráðgevarafelagnum setur í hesum sambandi orð á neyðugu broytingina.
Altjóða tøl vísa, at áleið 40% av heimsins útláti av vakstrarhúsgassi stava frá at byggja og reka bygging bygningar. Samstundis vísa føroysk tøl, at upp ímóti 20% av allari orkunýtsluni her á landi verður nýtt til at hita bygningar upp.
Í flestu av okkara grannalondum hava tey í fleiri ár miðvíst arbeitt við at minka um orkunýtsluna í nýbygningum. Eisini verður arbeitt við gera sjálva byggingina meira umhvørvisvinarliga, bæði við lógarkravdum greiningum av umhvørvisávirkan av byggitilfari og øðrum sjálvbodnum sertifiseringum innan burðardygd.
Veik lógarkrøv
Hóast grannalond okkara dúgliga virka fyri at gera byggivinnuna meira burðardygga, er støðan í Føroyum heldur øðrvísi. Vit standa nærum í stað – og kanska lata vit bara standa til.
Motivatiónin hjá føroysku byggivinnuni fyri øktum burðardyggum virksemi er enn avmarkað. Landspolitiskir og kommunalir byggiharrar tykjast ikki at hava stóran áhuga í burðardyggari bygging, samstundis sum lógarkrøvini til burðardygd eru sera veik.
Orkuramman í føroysku byggikunngerðini BK17 samsvarar við donsku krøvini í BR08 frá 2008, sum er omanfyri tað dupulta av markvirðinum fyri orkutørvin í donskum nýbygningum í dag. Eingi krøv eru til at greina ávirkanina á lívmargfeldið. Eingi krøv eru um greiningar av útláti frá tilfarsnýtslu. Og bert fá krøv eru um handfaring, viðgerð og endurnýtslu av byggiburturkasti.
Neyðug átøk
Tað er av stórum týdningi, at vit byrja at seta okkara fokus meira ítøkiliga á eina meira burðardygga menning av byggivinnuni. Fylgja vit ikki við altjóða rákinum, kann hetta hava bæði umhvørvisligar, sosialar og fíggjarligar avleiðingar fyri okkum. Vandi er eisini fyri, at tað kann gerast trupult at fáa fígging til bygging í framtíðini.
Nøkur átøk, sum myndugleikin eigur at gera beinanvegin, eru:
- Dagføring av byggikunngerðini BK17
- Seta krøv til burðadygga bygging
- Orkumerking av sethúsum og bygningum
Saman um burðardygga byggivinnu
Halda vit áfram uttan ítøkilig átøk fram ímóti meira burðardyggum virksemi í byggivinnuni, mugu vit vera greið yvir, at hetta eisini er ein avgerð, ið verður tikin. Einki at gera er nevniliga eisini eitt val. Eitt val um at lata eyguni aftur fyri teirri ábyrgd, vit hava fyri okkara framtíðar ættarliðum og at framtíðartryggja bæði íløgur, umhvørvi og sosial viðurskifti.
Vit kunnu ikki blíva við at drála, men mugu saman byrja at arbeiða fyri eini meira burðardyggari byggivinnu.