28. februar og 1. mars vóru føroya bestu lærlingar kosnir í spennandi og tættari kapping.
Høvuðsendamálið við kappingini er at feira tað góða handverkið, umframt at varpa ljós á yrkisútbúgvingar.
Vinnararnir av FM fyri handverkslærlingar gjørdust:
El: Rasmus Poulsen, LM Electric
Hárfríðkan: Jórun á Gravarbø, Evoke
Timbur: Ingmar Dam, Búsetur
Komandi vikurnar verða samrøður við vinnararnar skrivaðar í tíðindabrævið frá Vinnuhúsinum.
Føroya Handverksmeistarafelag er høvuðsfyriskipari av FM fyri handverkslærlingar. Tiltakið varð fyriskipað í samstarvi við Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Yrkisdepilin og Tórshavnar Kommunu.
Her eru nakrar myndir frá døgunum.