Ferða
Ferðavinnufelagið

Nærri kunning um skránna til Ferðavinnustevnuna

28. oktober. 2024 | Tíðindi | Ferðavinna

Ferðavinnustevnan verður hildin fríggjadagin 8. november og til ber at kunna seg um skránna.

Á Ferðavinnustevnuni verða í ár bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrarhaldarar, sum fara at leggja fram um ymisk evni innan ferðavinnu. Á skránni vera millum annað Anders Lund Madsen, útvarps- og sjónvarpsvertur, Rutt Hjelm frá Sydhavnens Vinbar & Vinbutik, Tóra Jóhannusardóttir, Lunnar, og Magni Mohr, Fróðskaparsetur Føroya. Vit fara at hoyra fyrilestrahaldararnar hugleiða og greiða frá um framtíðina hjá føroysku ferðavinnuni, vertskap, kundaferð og vinnuferðavinnu.

Ferðavinnustevna verður í ár hildin á Hotel Føroyum, og  verður sum vant skipað við ráðstevnu um dagin og veitslu um kvøldið, tá eisini heiðursbrøv í ferðavinnuni verða handað. Heiðursbrøv verða handað ársins ferðavinnufólki, ársins eldsál og ársins nýbroti.

Seinnapartstiltakið er frá kl. 15.30 – 18.00
Veitslan er frá kl. 19.00 – 00.00

Luttøkukostnaður:
Limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 595,- fyri hvønn luttakara um dagin
- Kr. 995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

Luttakarar, sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:
- Kr. 995,- fyri hvønn luttakara um dagin
- Kr. 1.995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

Annað á breddanum

  1. Aftursvar til Eli Brimsvík

    Nei, hvørki Vinnuhúsið ella stjórin renna sneisaørindi fyr nakran. Tað snýr seg um at javnseta inntøkuskattin, sama um hesin verður vunnin í Føroyum ella uttanlands.

    29. Oktober. 2024
    Skærmbillede 2023 11 27 094627
  2. Færri og sterkari kommunueindir

    Føroyar hava tørv á færri og sterkari kommunueindum. Tað krevur annaðhvørt, at kommunur leggja saman ella fara at samstarva meira tvørturum kommunumørk. Tað er áskoðanin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum heldur tað er neyðugt at hyggja nærri at kommunala bygnaðinum.

    28. Oktober. 2024 | Almenn tíðindi
    KV ‘24 (Facebook Post)
  3. Nýggjar vegleiðingar og skabelónir til setanarviðurskifti

    Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í eina tíð arbeitt við nýggjum vegleiðingum og skabelónum til setanarviðurskifti, ið limir felagsins kunnu nýta tá politikkir skulu orðast.

    28. Oktober. 2024 | Almenn tíðindi
    Mynd Vegleiðingar Og Skabelónir