Nærri kunning um skránna til Vinnudagin

30. august. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnudagurin 2021 verður hildin 1. oktober 2021 og til ber nú at kunna seg um skránna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Vinnudagurin verður í ár, eins og undanfarin ár, hildin í snøggu kørmunum í Norðurlandahúsinum, og veitslan verður hildin í hugnaliga umhvørvinum við Rættará í Müllers Pakkhúsi, Skeiva Pakkhúsi og umborð á Westward Ho.

Høvuðsfyrilestrahaldarin verður Kjell Bjordal, fyrrverandi samtaksstjóri í EWOS Gruppen og Glamox-gruppen, og nú m.a. formaður í Nordlaks samtakinum og Norges forskningsråd HAV. Á Vinnudegnum fer hann undir heitinum ‘Naturbasert verdiskapning – navigation i den grønne jungle’ at røða um krøv og rák á burðardygga økinum, sum kunnu hava týdning fyri eina fiskivinnutjóð sum okkara, eins og hann fer at koma inn á vinnuligu møguleikarnir í hesum høpi.

Samrøða verður við Martin Tvede Zachariasen, rektara á IT-Universitetinum, sum fer at snúgva seg um, hvussu vit brynja okkum til talgilda samfelagið.

Inga Hlín Pálsdóttir, ráðgevi og fyrrverandi stjóri á Visit Iceland, Promote Iceland, fer at greiða frá, hvussu landsins samstarv, samskifti og leiðsla er broytt seinastu árini í mun til tær kreppurnar, sum hava verið í Íslandi síðani 2008 - fíggjarkreppan í 2008, eldgosið í 2010 og nú Covid-19.

Í ár verður aftur kjak á skránni. Í kjakinum luttaka Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Sonja Jógvansdóttir og Marita Rasmussen. Heitið á kjakinum er ‘Hvussu manna vit størvini í Føroyum?’ Brynhild Thomsen, journalistur, stýrir kjakinum og leiðir okkum eisini gjøgnum dagin. Johnny í Grótinum hevur eina innleiðandi framløgu til kjakið.

Høvi verður eisini at uppliva sera stuttliga íslendska skemtaran Ari Eldjárn. Summi kenna helst framførslu hansara á Netflix ‘Pardon my Icelandic’.

Og ikki minst vera Ársins Virki og Vinnuátakið kosin á Vinnudegnum eins og siður er.     

Les meira um Vinnudagin

Skráin fyri Vinnudagin 2021

Enn ber bert til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin.

Limir, sum melda til áðrenn 7. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.

Týsdagin 7. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2021.


Tilmeldingarfreistin er týsdagin 28. september 2021.


Tilmelding fyri limir:

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L