Nágreining um almennu búskaparstýringina

13. august. 2018 | Áskoðan

Beint fyri Ólavsøku gjørdi Føroya Arbeiðsgevarafelag vart við, at tað eru fleiri tekin um methøga ferð á føroyska búskapinum, men at einki tekin sæst til nakran tálmandi figgjarpolitikk hjá landi og kommunum, sum kundi verið við til at fingið hákonjukturin at vart longri. Endamálið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag við at gera vart við hesi viðurskifti er eittans: at viðvirka til eina góða og kontrolleraða búskapargongd, øllum føroyska samfelagnum til frama. Føroya Arbeiðsgevarafelag vísti á, at heldur enn at halda aftur á útreiðslusíðuni og seta pengar av til verri tíðir, verða nógv øktu inntøkurnar hjá land og kommunum í stóran mun brúktar nú í hákonjukturinum, bæði til øktar íløgur og øktan rakstur.

Nakrir landspolitikarar hava sagt seg undrast á útmeldingina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi, og vilja vera við, at støðan ikki er so ring kortini. Tó hava fleiri politikarar samstundis ásannað, at neyðugt er at endurskoða íløguætlanirnar fyri at minka um trýstið á byggivinnuna.

Føroya Arbeiðsgevarafelag er púra samt í, at støðan í dag sum heild ikki kann samanberast við støðuna síðst í 80’unum og fyrst í 90’unum. Tó hevur tað alstóran týdning fyri føroyska samfelagið, at land og kommunur føra ein skilagóðan fíggjar- og búskaparpolitikk.

Tað er eingin ivi um, at tá tíðirnar eru góðar, eru ynskini og krøvini til politisku skipanina um at seta í verk nýggjar kostnaðarmiklar atgerðir størri enn nakrantíð. Tað kann tí fyri politikarar virka so, at teir halda aftur í ólukkumát. Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir tó við teimum frægastu hagtølunum vit hava á tann veruleikan, at bæði land og kommunur hava brúkt munandi meira til bæði rakstur og íløgur, nú tíðirnar eru góðar. Tær nógv øktu inntøkurnar í almennu kassunum, sum seinastu árini serliga eru tengdar at gongdini í útflutningsvinnunum, síggjast ikki nóg væl aftur á botnlinjuni í almennu kassunum.

M.a. vísa hagtølini:

- At kommunurnar sambært góðkendu fíggjarætlanunum fyri 2018 tilsamans fara at hava eitt hall á minus 500 mió kr. í 2018. Hóast úrslitið helst verður nakað frægari enn hetta, svitast ikki, at kommunurnar tilsamans gera fíggjarætlanir við halli, hetta í teimum bestu tíðunum Føroyar hava haft í nógv ár.

- At landið á fíggjarlógini fyri 2018 roknar við einum úrsliti á góðar 300 mió kr. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur víst á, at tað er skjótt at hetta yvirskotið kann verða burtur, um óvanliga góða gongdin í uppisjóvar- og alivinnuni hasar av aftur.

- Tað almenna (land, kommunur, tunnilsfeløg, Bústaðir v.m.) ætla at gera íløgur fyri knappar 2 milliardir krónur í 2018, og nakað tað sama aftur í 2019. Privatu íløgurnar verða í 2018 mettar til góðar 600 mió kr.

Fleiri hagtøl kunnu síggjast í notatinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag her.

Tilsamans vísa almennu fíggjarætlanirnar (land og kommunur undir einum) sostatt hall í allarbestu tíðum, og tá eru tær stóru íløgurnar, sum eru lagdar uttanfyri fíggjarlógina ikki íroknaðar. Tað er torført at síggja hetta sum annað enn vantandi fíggjar- og búskaparstýring. Samstundis eru útreiðslurnar til almennar íløgur methøgar í ár og komandi ár. Hetta kann vera viðvirkandi til at troka burtur privatar íløgur.

Hóast tað ikki einans eru sitandi politikarar og býráðs- og landsstýrissamgongur sum hava samtykt og sett í verk allar hesar íløgur, eru tað einans sitandi býráðs- og landspolitikarar, sum kunnu seta tiltøk í verk fyri at betra um fíggjar- og búskaparstýringina.

Politikararnir eiga nú at gera tað, sum er neyðugt fyri at avmarka vøksturin í almenna rakstrinum og at fáa tálmað almennu íløgurnar niður á eitt forsvarligt støði. Hetta er galdandi fyri bæði land og kommunur. Tað er torført at fremja slík átøk í góðum tíðum, og serliga í einum valári, men tað er ikki minni neyðugt av teirri orsøk.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L