NATA lýsir eftir umsóknum

27. august. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nú er møguleiki at søkja um stuðul frá NATA (North Atlantic Tourism Association). Tað ber til at søkja í bólkunum innan ferðavinnumenning og marknaðarførslu, og ferðastðul.

NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at styrkja ferðamøguleikarnar og tað mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.

Umsóknarfreistin er mánadagin 10. september 2012.

NATA hevur fingið eina nýggja heimasíðu, ið er bæði á donskum og enskum. Ein kann finna tær á www.nata.fo ella www.northatlantic-islands.com.
Á hesum heimasíðum eru tvey oyðubløð, har ein kann søkja um stuðul frá NATA. Oyðubløðini eita á donskum “turismeudvikling og markedsføring”, og “rejstøtte”.
Nærri upplýsingar um NATA og stuðulsmøguleikarnar fáast við at lesa okkara vegleiðing ella venda sær til Mette Kibsgaard, samskipari  hjá NATA á mette@industry.fo.
Umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi 15. oktober 2012.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya