Nú er aftur møguleiki at søkja um stuðul frá NATA. Søkjast kann um stuðul til verkætlanir innan ferðavinnumenning og marknaðarføring og um ferðastuðul
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 25. august 2017.
NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at styrkja ferðamøguleikarnar og mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.
NATA letur stuðul innan hesi øki:
1. Ferðavinnumenning og marknaðarføring
2. Ferðastuðul
NATA er serliga áhugað í verkætlanum, ið leggja áherðslu á burðadygga ferðavinnu.
Nærri upplýsingar um stuðulsmøguleikarnar fáast við at lesa vegleiðingina, sum liggur á heimasíðuni nata.fo ella við at venda sær til NATA á nata@industry.fo
Søkt verður umvegis heimasíðuna.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 25. august 2017. Umsøkjarar fáa svar 4. oktober 2017. Stuðul kann ikki søkjast til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 4. oktober 2017.