Nú er aftur møguleiki at søkja um stuðul frá NATA. Tað ber til at søkja í bólkunum innan ferðavinnumenning og marknaðarføring, og um ferðastuðul.
Umsóknarfreistin er mikudagin 5. september 2018.
NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at styrkja ferðamøguleikarnar og mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.
NATA letur tvey sløg av stuðli:
1. Ferðavinnumenning og marknaðarføring
2. Ferðastuðul
NATA er serliga áhugað í verkætlanum, ið leggja áherðslu á burðadygga ferðavinnu.
Nærri upplýsingar um stuðulsmøguleikarnar fáast við at lesa vegleiðingina, sum liggur á heimasíðuni nata.fo ella við at venda sær til NATA á nata@industry.fo. Søkt verður umvegis heimasíðuna.
Umsóknarfreistin er mikudagin 5. septembur 2018. Umsøkjarar fáa svar 12. oktober 2018. Stuðul kann ikki søkjast til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 12. oktober 2018.