Nú er aftur møguleiki at søkja um stuðul frá NATA. Søkjast kann um stuðul til verkætlanir innan ferðavinnumenning og marknaðarføring og um ferðastuðul.
Umsóknarfreistin er mikudagin 27. februar 2019.
NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at styrkja ferðamøguleikarnar og mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.
NATA letur stuðul innan hesi øki:
1. Ferðavinnumenning og marknaðarføring
2. Ferðastuðul
NATA er serliga áhugað í verkætlanum, ið leggja áherðslu á burðadygga ferðavinnu.
Nærri upplýsingar um stuðulsmøguleikarnar fáast við at lesa vegleiðingina, sum liggur á heimasíðuni nata.fo ella við at venda sær til NATA á nata@industry.fo
Søkt verður umvegis heimasíðuna.
Umsóknarfreistin er mikudagin 27. februar 2019. Umsøkjarar fáa svar 10. apríl 2019. Stuðul kann ikki søkjast til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 10. apríl 2019.