Nevndin afturvald í Ferðavinnufelagnum

21. november. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 18. november var aðalfundur í Ferðavinnufelagnum. Nevndin var afturvald.

Á aðalfundinum hjá Ferðavinnufelagnum fríggjadagin var nevndin í felagnum afturvald. Fyri vali stóðu Jóhanna Rasmussen , Fríðun Hansen og Erik Suni Danielsen, umframt val av eykalimi til nevndina.
Í nevndini sita nú Jákup Sverri Kass, Atlantic Airways; Henny á Líknagøtu, Smyril Line; Johanna Rasmussen, Hotel Føroyar; Fríðun Hansen, GreenGate Incoming og Erik Suni Danielsen, Gjáargarður. Sum eykalimur var Gunnar Skúvadal, Vestmanna Turist Centre valdur.
Nevndin hevur ikki skipað seg enn.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya