Nevndin í Ferðavinnufelagnum skipað av nýggjum

05. desember. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Henny á Líknargøtu er vald forkvinna í Ferðavinnufelagnum

18. november var aðalfundurin í Ferðavinnufelagnum hildin. Jóhanna Rasmussen, Fríðun Jacobsen og Eirik Suni Danielsen stóðu fyri valið og vóru afturvald á aðalfundinum. Harafturat var Gunnar Skúvadal nývaldur tiltakslimur.
Á nevndarfundi 1. desember skipaði nevndin seg soleiðis: Henny á Líknargøtu, Smyril Line er nýggjur formaður í Ferðavinnufelagnum. Hon yvirtekur formanssessin eftir Jákup Sverra Kaas, Atlantic Airways, sum hevur verið formaður seinastu tvey árini. Nýggjur næstformaður er Fríðun Jacobsen, GreenGate Incoming. Hini í nevndini eru Jákup Sverri Kass, Atlantic Airways, Jóhanna Rasmussen, Hotel Føroyar og Eirik Suni Danielsen, Gjáargarður.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya