Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag verið á vitjan í Brússel

13. oktober. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Endamálið var at kunna seg um EFTA, EBS og ES

Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku var nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag í Brússel og kunnaði seg um EFTA, EBS og ES. Henda kunningarferð er komin í lag, ásannandi at Føroya tilknýtið til Evropa verður eitt mál til umrøðu komandi tíðina.
Vitjað varð á EFTA-skrivstovuni í Brússel, har nevndin varð kunnað um EFTA sum felagsskap, um arbeiðið hjá EFTA, og hvørjar møguleikar Føroyar hava at gerast partur av EFTA. Somuleiðis varð vitjað á føroysku sendistovuni í Brússel og á norsku og íslendsku sendistovunum.
Norsku og íslendsku arbeiðsgevarafeløgini eru eisini umboðaði í Brússel. Bæði feløgini eru limur í BuisnessEurope, sum er evropiska meginfelagið fyri arbeiðsgevarafeløg. Áhugavert var at hoyra um, hvørja støðu norska og íslendska arbeiðsgevarafelagið hava til teirra tilknýtið til ES og um, á hvønn hátt tey meta seg hava ávirkan á tey mál, sum verða viðgjørd í ES høpi.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fer í næstum at taka samanum vitjanina í Brússel og taka støðu til, á hvønn hátt felagið skal arbeiða við hesum framyvir.

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)