Eykaaðalfundur var í felagnum í farnu viku
Fríggjadagin í farnu viku hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag eykaaðalfund, har víðkan av nevndini úr 7 nevndarlimum til 9 nevndarlimir var á skrá.
Ein av orsøkunum til, at nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag nú skjýtur upp at fáa tveir nevndarlimir afturat, er, at fleiri arbeiðsgevarasamskipanir við árunum eru vorðnar limir í felagnum. Samstundis hevur felagið eisini fingið fleiri sáttmálar undir seg og fleiri fakfeløg at samstarva við.
Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur talt sjey limir síðan 1992. Tá varðaði felagið av knapt 10 sáttmálum við 7 fakfeløg. Hetta talið er nú knapt 40 sáttmálar við 18 fakfeløg.
Eykaaðalfundurin samtykti uppskotið, og nýggir nevndarlimir í Føroya Arbeiðsgevarafelag eru Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, og Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún.