Felagið hevði aðalfund í farnu viku.
Aðalfundurin hjá Føroya Prenstmiðjufelag varð hildin mánadagin 25. apríl.
Í formansfrásøgn felagsins segði formaðurin, Jon Hestoy, at hóast tað framhaldandi er strævið at virka í hesi vinnugreinini, so gongur tað tó nakað betri, og tað sær út til at lýsna nakað. Avbjóðingar eru tó fyri framman, nú føroyska samfelagið gerst alt meira talgilt. Eisini tók formaðurin aftur í gongdina í seinastu sáttmálasamráðingum við Grafiska Yrkisfelagið, sum samanumtikið gingu væl.
Fyri vali á aðalfundinum stóðu Christian Nagata og Gunvá við Keldu, og bæði vórðu tey afturvald. Í nevndini sita sostatt Gunvá við Keldu, Christian Nagata, Eirikur Lindenskov og Jon Hestoy.
Nevndin hevur skipað seg við Jon Hestoy sum formanni og Gunvá við Keldu sum næstformanni.