Felagið hevði aðalfund í farnu viku.
Aðalfundurin hjá Føroya Prenstmiðjufelag varð hildin hósdagin 27. apríl.
Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jon Hestoy og Eirikur Lindenskov, sum báðir vórðu afturvaldir. Í nevndini sita sostatt Gunvá við Keldu, Christian Nagata, Eirikur Lindenskov og Jon Hestoy.
Nevndin hevur skipað seg við Jon Hestoy sum formanni og Gunvá við Keldu sum næstformanni.