Nevndin í Havbúnaðarfelagnum afturvald

26. apríl. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nevndin í Havbúnaðarfelagnum var afturvald á aðalfundi 20. apríl 2010.

Á aðalfundinum stóðu Regin Jacobsen og Erhard Joensen fyri vali og vórðu teir báðir afturvaldir. Odd Eliasen hevur verið eykalimur og varð hann eisini afturvaldur. Í nevndini sita nú: Atli Gregersen, Luna; Ragnar Joensen, Marine Harvest; Bogi Jacobsen, Viking Seafood; Regin Jacobsen, Bakkafrost og Erhard Joensen, Faroe Farming.
Á fyrstkomandi nevndarfundi skipar nevndin seg við formanni og næstformanni. Á aðalfundinum var ársfrágreiðing felagsins løgd fram og kann hon takast niður her
Samandráttur av ársfrágreiðingini hjá Havbúnaðarfelagnum 2010
Føroyska framleiðslan av laksi og sílum var í 2009 umleið 59.000 tons í rundari vekt, harav 7.600 tons av sílum. Hetta er 6.000 tons meira enn seinasta ár. Komandi árini verður mett, at tøkan av alifiski helst vil økja umleið 5% um árið. Tó verður tøkan í 2010 nakað minni enn í 2009, grunda á at biomassin av fiski í sjónum á nýggjárinum var heldur lægri enn um ársskifti 2008/2009.
Karmarnir um alivinnuna eru yvirhøvur góðir, og vinnan hevur seinasta árið víst góð úrslit, tá tað kemur til vøkstur og felli, og eingir sjúkutilburðir hava verið. Saman við nøktandi marknaðarprísum hevur hetta gjørt, at alivinnan hevði góð fíggjarlig úrslit í 2009.
Trupulleikar hava verið við lús í Sundalagnum síðan seinasta summar. Alivinnan hevur arbeitt miðvíst við hesum og hava alarar í Sundalagnum gjørt avtalu um, at Sundalagið skal tømast fyri fisk, hetta fyri at bróta ringrásina hjá lúsini. Roknað verður við, at allur fiskurin er tikin tíðliga í summar. Við hesum átaki verður roknað við, at stóru trupulleikarnir við lús ikki fara at taka seg upp aftur, tá smolt verða sett útaftur.
Roknað verður við, at útboðið av laksi á marknaðinum í Evropa og í heiminum sum heild, verður minni í 2010 enn undanfarin ár, orsaka av sjúkustøðuni í Kili. Marknaðarprísurin á alifiski er í løtuni góður, og er tað tí sera týdningarmikið, at alivinnan fær konsolidera seg, soleiðis at nakað er at standa ímóti við til komandi tíðir. Alisøgan sigur frá, at laksaprísurin sveiggjar sera nógv, og tað hava verið longri tíðarskeið har ikki ber til at forvinna pening orsaka av, at marknaðarprísirnir hava verið langt undir framleiðsluprísinum.
Í 2009 vórðu umleið 10 mió. fiskar settir á sjógv og roknað verður við, at í 2010 verða 12 mió. fiskar settir út. Vøksturin í framleiðsluni komandi árini verður ikki líka stórur sum undanfarin ár, men roknað verður við einum vøkstri á 5% um árið.
Týdningarmestu málini, sum nevndin í Havbúnaðarfelagnum hevur arbeitt við í 2009 eru m.a. tann miðvísa herferðin, sum almennir myndugleikar hava ført ímóti alivinnuni, við alsamt at leggja fleiri gjøld á vinnuna, umframt at hækka verandi gjøld. Harumframt hevur felagið arbeitt við kunngerðini um yvirvøku og tálming av lús, avleiðingunum av stongslinum av russiska marknaðinum fyri føroyskar fiskavørur, fyrireika aðalfundin hjá evropeiska alarafelagnum, sum var í Føroyum í 2009, árligu aliráðstevnuni og fingið gongd á verkætlan um, at marknaðarføra føroyskan alifisk.
Viðvíkjandi áleggingini av gjøldum á alivinnuna hevur Havbúnaðarfelagið ført fram, at alivinnan kann góðtaka at gjalda fyri eftirlit frá tí almenna, men krevur, at gjøgnumskygni er í mátanum gjøldini verða áløgd. Nevndin heldur, at tilvild ræður, tá gjøld verða áløgd vinnuni, og at almenna umsitingin ikki fylgir egnum ásetingum um, hvussu hetta skal gerast. Havbúnaðarfelagið eftirlýsir ein dialog við myndugleikarnar um, hvussu og hvat fyri eftirlit verður framt, so hetta ikki verður nýtt til, at almenna umsitingin veksur enn meira. Vandi er fyri, at kappingarevnini hjá føroysku alivinnuni er í vanda. Orsaka av geografiskari plasering hava føroyskar fyritøkur m.a. størri útreiðslur av flutningi til marknaðin enn kappingarneytarnir, og førdi politikkurin har vinnan fær álagt gjøld av øllum handa slagi, økir um munin á fortreytunum hjá føroysku alivinnuni í mun til kappingarneytarnar.
21. des 2009 kom kunngerð í gildi fyri yvirvøku og tálming av lús. Í hesum sambandi hevur tað verið stórt virksemi í felagnum við hoyring av kunngerðini og tilhoyrandi vegleiðing. Havbúnaðarfelagið tekur undir við, at økið verður regulerað.
Viðvíkjandi stongslinum frá russiska marknaðinum, hevur Havbúnaðarfelagið arbeitt við at fáa liðiligari mannagongdir í sambandi við útflutningin. Avtalan, sum varð gjørd millum føroyskar og russiskar myndugleikar, tá marknaðarliðini opnaðu aftur, vísti seg at verða lítið arbeiðslig fyri alivinnuna. Ávís framstig eru gjørd á hesum økinum, men tað er framvegis tungt at fáast við útflutning til Russlands.
Í 2009 hevur evropeiska alarafelagið FEAP havt aðalfund í Føroyum. Havbúnaðarfelagið fyrireikaði fundin og nýtti høvi at vísa fram føroysku alivinnuna.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L