Kt
KT-Felagið

Nevndin í KT-felagnum heldur fram

01. mai. 2023 | Tíðindi | KT- og samskifti

KT-felagið hevði aðalfund í farnu viku. Tá stóðu Ulla Joensen og Fróði Magnussen fyri vali. Eisini Stóð Gudny Langgaard fyri vali sum tiltakslimur. Øll blivu afturvald.

Eftir Aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum árðenn við Ullu Joensen sum forkvinnu. Í  nevndini eru eisini Fróði Magnussen, Ólavur Ellefsen, Jan Ziskasen, Snæbjørn Jacobsen og Gudny Langgaard.


KT-felagið er vinnugreinafelag fyri allar KT og telefyritøkur. Felagið arbeiðir miðvíst fyri at betra yvirskipaðu karmarnar hjá KT-vinnuni og at fáa Føroyar í fremstu røð, tá tað snýr seg um KT. Felagið er bæði fyri tey, ið virka á føroyska marknaðinum, og tey, ið royna seg við útflutningi.

Seinastu árini er serligur dentur lagdur á trý høvuðsøki:

  • Keyp FøroysKT
  • Útbúgving
  • Talgilding

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya