Nevndin í KT felagnum hevur skipað seg

09. januar. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

KT-felagið hevði aðalfund mikudagin 4. januar. Á aðalfundinum vóru Fróði Magnussen, Kristian Davidsen og Christian Nagata valdir í nevndina. Bjarni Askham Bjarnason og Niels Christian Nolsøe stóðu ikki fyri vali.

Nevndin í KT felagnum sær sostatt soleiðis út: Bjarni Askham Bjarnason, Fróði Magnussen, Niels Christian Nolsøe, Christian Nagata, Kristian Davisen. Fridolin Bic varð valdur sum tiltakslimur.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Bjarna Askham Bjarnason sum formanni og Fróða Magnussen sum næstformanni.
UM KT-felagið
KT-felagið er felag hjá føroysku KT-feløgunum og endamál felagsins er at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur og at útinna felags áhugamál soleiðis at KT vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum.
Felagið hevur 12 limir og hjá limunum starvast yvir 500 starvsfólk.  Árligi umsetningurin hjá limunum er yvir 600 mió.kr.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya