Mynd Nevndin Í RGF Til Tíðindi

Nevndin í Ráðgevarafelagnum hevur skipað seg

08. apríl. 2024 | Tíðindi | Ráðgevaravinna | Fiskivinna

Aðalfundur var í Ráðgevarafelagnum mikudagin, tann 20. mars 2024. Nevndin hevur nú skipað seg eftir fyrsta nevndarfundin í nýggju setuni

Á aðalfundinum stóðu Rúni Abrahamsen, Selmar Nielsen og Eyðbjørn Brimnes fyri vali. Eisini stóðu báðir tiltakslimirnir fyri vali, ið verða valdir fyri eitt ár. Rúni Abrahamsen, Selmar Nielsen og Eyðbjørn Brimnes tóku við afturvali. Eingin onnur uppstilling var og vóru teir tríggir valdir í nevndina. Sum tiltakslimir vóru valdir Poul Nolsøe Kjølbro Linklett og Andras Ortind.

Nevndin hevur skipað seg við Árna Jakobsen sum formanni og Rúna Abrahamsen sum næstformanni.

Meir kann lesast um Ráðgevarafelagið í leinkjuni: https://www.industry.fo/feloeg/radgevarafelagid

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya