Á ársaðalfundi hjá Ráðgevarafelagnum vórðu Árni Jakobsen og Ósbjørn Jacobsen afturvaldir
Týsdagin í farnu viku var ársaðalfundur í Ráðgevarafelagnum. Á fundinum stóðu Árni Jakobsen og Ósbjørn Jacobsen fyri vali. Báðir vórðu afturvaldir, tá ið onnur valevni ikki vóru til nevndarvalið.
Tiltakslimir standa fyri vali á hvørjum ári. Hesaferð stóðu Andras Ortind og Poul Nolsøe Kjølbro Linklett fyri vali. Báðir tóku við afturvali, tá ið onnur valevni vóru ikki til tiltakslimir.
Hesir manna sostatt nevndina:
- Árni Jakobsen, SMJ
- Rúni Abrahamsen, MAP Arkitektar
- Eyðbjørn Brimnes, LBF
- Selmar Nielsen, SNA
- Ósbjørn Jacobsen, Henning Larsen
Tiltakslimir eru:
- Andras Ortind, LBF
- Poul Nolsøe Kjølbro Linklett, Drauchke Consult Føroyar
Ársfrágreiðingin hjá Ráðgevarafelagnum kann lesast [her]
Fróðskaparsetrið í framtíðini
Tá ið aðalfundurin var lokin, varð skipað fyri limatiltaki. Á breddanum vóru visjónin hjá Fróðskaparsetrinum og ætlanirnar við nýggjum kampushølum og hentleikum á Frælsinum.
Martin Tvede Zachariassen, rektari á Setrinum, vísti á týdningarmikla leiklutin, sum Føroya einasta universitet hevur í samfelagnum. Hann nevndi millum annað átrokandi tørvin á gransking og hægri útbúgving og at gerast samansjóðaður partur av altjóða akademiska samfelagnum.
Um Fróðskaparsetrið skal megna at standa seg væl í altjóða kappingini um lesandi, má lestrarumhvørvið nútímansgerast, so tað er hugkveikjandi og setur tann lesandi í miðdepilin. Tað er júst tað, sum ætlanin við framkomnu kampushølunum á Frælsinum eru.
Á limatiltakinum greiddu Katrin Winther frá SNA og Ósbjørn Jacobsen frá Henning Larsen frá verkætlanini á Frælsinum í sambandi við, at hesar fyritøkur hava vunnið sær rættin til at arbeiða við nýggju kampushølunum.
Tað ber til at lesa meira um hetta á heimasíðuni hjá SNA her og á heimasíðuni hjá Henning Larsen her.
Stutt um Ráðgevarafelagið
Endamálið hjá Ráðgevarafelagnum er at savna allar ráðgevandi fyritøkur við heimstaði í Føroyum, serliga í byggivinnuni, at útinna felags áhugamál. Í sínum virki skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum og av teimum karmum, sum virkað verður undir.
Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.