Nevnd Ráðgevarafelagið
Ráðgevarafelagið

Nevndin í Ráðgevarafelagnum skipað seg

07. apríl. 2025 | Tíðindi

Árni Jakobsen heldur fram sum formaður í Ráðgevarafelagnum

Á aðalfundi hjá Ráðgevarafelagnum týsdagin 18. mars vórðu Árni Jakobsen og Ósbjørn Jacobsen valdir aftur í nevndina. Nevndin hevur nú skipað seg, og tað varð gjørt á fyrsta nevndarfundi fríggjadagin 4. apríl.

Árni Jakobsen heldur fram sum formaður í felagnum, meðan Rúni Abrahamsen heldur fram sum næstformaður. Sostatt eru ongar broytingar í nevndini.

Nevndin í Ráðgevarafelagnum sær tí soleiðis út:

  • Árni Jakobsen, formaður
  • Rúni Abrahamsen, næstformaður
  • Selmar Nielsen, nevndarlimur
  • Eyðbjørn Brimnes, nevndarlimur
  • Ósbjørn Jacobsen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru:

  • Andras Ortind
  • Poul Nolsøe Kjølbro Linklett

Stutt um Ráðgevarafelagið
Endamálið hjá Ráðgevarafelagnum er at savna allar ráðgevandi fyritøkur við heimstaði í Føroyum, serliga í byggivinnuni, at útinna felags áhugamál. Í sínum virki skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum og av teimum karmum, sum virkað verður undir.

Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.

Les meira um felagið her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya