Nevndin í Samskifti skipað seg

29. juni. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Høgni Rasmussen heldur áfram sum formaður

Á nevndarfundi fríggjadagin 26. juni 2009 skipaði nevndin í Samskifti (fyrr Reklamufelagið) seg við Høgna Rasmussen sum formanni. Hetta er sostatt sami formaður sum áðrenn ársaðalfundin 12. juni.  

Í nevndini sita annars Niels Uni Dam og Torkil Johannesen. Úr nevndini fór Gunvá við Keldu, ið ikki stillaði uppaftur.

Nýggja nevndin fer tað komandi tíðarskeiðið at arbeiða fyri at fáa fleiri virki, sum arbeiða við samskifti og samskiftisráðgeving, at gerast limir, og at gera vart við samskiftisvinnuna sum eina munandi og týdningarmikla vinnu í Føroyum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya