Neyðugt at nýhugsa vælferðina

23. januar. 2012 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

Áhugaverd grein frá Dansk Industri vísir á tørvin á samstarvið millum alment og privat

Hósdagin í farnu viku var DI við til at skipa fyri Velfærdens Innovation 2012, og í hesum sambandi varð henda greinin løgd út á DI Opinion.
“Vit liva í einum unikkum vælferðarsamfelagi, har danskarar hvønn dag fara til arbeiðis við áliti á, at dugnalig og ágrýtin starvsfólk taka sær av umsorganini fyri okkara eldru og sjúku, og útbúgvingini av okkara børnum og ungu.
Tað er soleiðis, vit hava skipað okkara samfelag, og tað er ein av fortreytunum fyri, at vit kunnu menna tann danska arbeiðsmarknaðin og økja um okkara vælferð.
Men tað sum virkaði í dag, virkar ikki neyðturviliga í morgin, har tað eru færri pengar og hendur til at møta teimum hækkandi forvæntningunum til eina betri og meira málrættaða vælferð. Til tess at lyfta ta avbjóðingina, er tað neyðugt, at vit gerast betri til at skapa samstarv og felags hugskotsmenning millum privatar fyritøkur og almenna geiran. Vit skulu í enn størri mun brúka ymisku førleikarnar og styrkirnar hjá báðum geirunum á ein nýggjan hátt.
Tað eru longu fleiri dømir um, at tað kann lata seg gera. Tað er galdandi fyri stomi-posan, sum varð uppfunnin av einum sjúkrarøktarfrøðingi, og væleydnaðu søguna um donsku hoyritólini, sum bygdu á eitt tætt samstarv millum almenna heilsugeiran, men tað eru eisini nýggj dømi: Mobilar samskiftisloysnir mentar í samstarvi millum námsfrøðingar og KT-fólk, ein t-shirt við sensorum, sum avdúkar skeivar arbeiðsstøður, ein song, sum kann siga frá, hvussu sjúklingurin hevur tað, ein endurvenjingarmátta, sum er grundað á robottøkni, og eitt hátøkniligt kuffert, sum kann nýtast til at viðgera lunga-sjúklingar í egnum heimi.
Felags fyri øll dømini er, at tey eru ment og roynd í felagsskapi millum almennar og privatar fyritøkur. Vit vilja fegin hava fleiri av hesum loysnunum, sum ikki bara veksa um vælferðina og viðgerðarhættir fyri borgararnar, men geva eisini grundarlag fyri nýggjum vøkstri.
Góðar menningarætlanir krevja til dømis eina heildarbúskaparliga tilgongd, har tað ikki bara verður hugsað her og nú um kostnað, men har tað eisini verður hugsað meira langsiktað um dygd og nýskapan. Bara á henda hátt kunnu vit skapa eitt “vælferðarlaboratorium”, har privatir veitarar í samstarvi við starvsfólk og brúkarar kunnu menna, effektivisera og fyrireika til útflutnings okkara vælferðarloysnir. Tað krevur eisini, at almenna innkeypið verður brúkt til at fremja menning og nýskapan. Tað krevur m.a., at tað skal fella bæði fyritøkum og almennum myndugleikum lættari og í størri trúnaði við at samstarva um nýskapan.”

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya