Í síðstu viku, legði Landsverk fram, hvørjar verkætlanir kunnu væntast at liggja fyri framman. Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um átakið, sum ger tað møguligt hjá fyritøkum betri at leggja arbeiðið til rættis.
Tað er alneyðugt, at tað almenna hevur langtíðaríløguætlanir, heldur Føroya Handverksmeistarafelag. Byggifyritøkur hava tørv á at vita, hvat liggur fyri framman. Magnus Magnussen, formaður, vísir á, at tað er stórarbeiði at bjóða uppá verkætlanir. "Fyritøkurnar mugu vita hvat liggur fyri framman. Fyritøkurnar gera íløgur í bæði útgerð og førleikar. Tí er neyðugt at vita, hvørji útboð eru í væntu, soleiðis at hendan útgerð og hesir førleikar kunnu takst í nýtslu"
Hvørjar byggiverkætlanir verða settar í verk er ein politiskur spurningur. Men tað sum er avgerandi er, at spurningurin verður svaraður og helst so nágreiniliga, sum gjørligt so langt fram í tíð sum gjørligt. Tað er altso neyðugt við langtíðaríløguætlan, soleiðis at byggivinnan í góðari tíð fær lagt sítt virksemi til rættis.
Heim til ymiskan tørv skulu byggjast. Við broyttu fólkasamansetingini, har fólk liva longur, verður tørvur á fleiri eldraheimum. Harafturat økist eftirspurningurin á øðrum heimum til serligan tørv. Á kunnandi fundinum hjá Landsverki, varð m.a. boðað frá, at væntast kann at eitt heim verður bygt um árið komandi tíggju árini. Hetta er eitt gott dømi um góða planlegging.
Men hetta er bert lítil partur av tí, sum væntast kann verða sett ígongd komandi árini. Magnus Magnussen vísir á, at tað er tørvur á, at man í tí almenna og hjá kommunum hevur langtíðaríløguætlanir í føstum rammum, so byggivinnan nøkulunda veit hvat og hvussu nógv verður boðið út.