Aliráðstevnan 2020 varð hildin fríggjadagin 28. februar á Hotel Føroyum, og eins og í fjør var fullsett við omanfyri 400 luttakarum. Nógv viðkomandi vitan varð løgd fram, bæði frá føroyskum og útlendskum framløguhaldarum.
Á Aliráðstevnuni luttóku fólk frá alivinnuni, undirveitarum, granskingarstovnum og almennum myndugleikum, og umframt at fáa nýggja vitan vóru eisini góðir møguleikar at netverka og hitta fólk í vinnuni.
Eins og undanfarin ár varð hugt eftir gongdini hjá føroysku alivinnuni í 2019, og sammett við gongdina hjá okkara kappingarneytum. Eisini vóru ein røð av styttri og longri fakligum framløgum um viðkomandi evni fyri alivinnuna. Dagurin endaði við at tikið varð aftur í alisøguna, umframt at góð aliúrslit frá farna ári vórðu tikin fram, og fleiri met vóru sett.
Luttakararnir á ráðstevnuni tóktust samdir um, at støðið á framløgunum sum heild var høgt.