Í morgun og aftur í morgin fortelja handverkarar og onnur yrkislærd um teir mongu møguleikarnir, sum eru við at fara í læru.
Tiltakið er á Reinsarínum og hølunum har umkring fyri allar í áttunda flokkar í Tórshavnar kommunu. Næmingarnir savnast fyri at hoyra um møguleikanar at gerast handverkari. Næmingarnir vóru býttir í sjey bólkar og fóru síðani inn í hvør sítt høli, har tvey og tvey yrkislærd tóku ímóti teimum og greiddu frá um hvussu tey høvdu funnið fram til sína yrkisleið.
Í dag vóru tey av Argjum, Hoyvík, Kollafirði og Eysturskúlanum. Í morgin vitja Sankta Frans, Løgmannabreyt og skúlin á Fløtum.
Hvat skal mann velja?
Tað kann uttan iva vera trupult hjá einum, sum gongur í áttanda flokki at vita hvør yrkisleið er tann rætta. Tiltakið “Greið frá tínum yrki”, hevur til endamáls at geva næmingunum innlit í hvat tað er at fara í læru. At fortelja hava 14 ymisk yrkislærd bjóða seg fram:
Sissal Magnussen | Elektrikari | LM Electric |
Heðin Hansen | Bilsmiður | Reyni Service |
Magnus Eidesgaard | Bakari | Mylnan |
Dánjal Pauli Skorá | Rør- og blikksmiður | Demich |
Sjúrður Jacobæus | Gartnari | Hjálpirót |
Dánjal Rógvi Høgnason Johannesen | Byggismiður | Articon |
Ransin Djurhuus | Málari | Málarameistari RND |
Anna Østerø | Kokkur | Hotel Hafnia |
Heðin Stenberg | Timbur | Búsetur |
Sára Olsen | Receptionist | Hotel Hafnia |
Allan David Patursson | Maskinsmiður | Mest |
Bjarni Kyster | Múrari | Kyster |
Petur Ovi Hjaltalin Dam | Handil | Skálkur |
Jakobina Jóhannessen | Alari | Bakkafrost |
Tiltakið er fyriskipað av Havnar Handverksmeistarafelag saman við Handilsvinnufelagnum, Ferðavinnufelagnum og Havbúðnaðarfelagnum í samstarvi við Yrkisdepilin, Tórshavnar Kommunu, Klippfisk og Miðlahúsið.