Hósdagin 23. juni varð skipað fyri heimleiðistiltaki í Vinnuhúsinum, har norðurlendski grunnurin Nopef luttók. Nopef stuðlar fyritøkum, sum ynskja at kanna møguleikan fyri at seta á stovn dótturfelag ella deild uttanfyri ES/EFTA.
Per Ovesen, økisstjóri fyri Danmark og Ísland í Nopef, greiddi frá, at Nopef veitir stuðul til fyritøkur, ið ætla at stovna deild ella dótturfelag í londum uttanfyri ES og EFTA. Stuðul verður veittur til kanningararbeiði í sambandi við eina møguliga stovnsetan av deild/felagi. Stuðlað verður við í mesta lagi 40% av kostnaðinum og í mesta lagi 50.000 EUR til hvørja verkætlan.
Nopef leggur dent á grønan vøkstur, so verkætlanin skal á onkran hátt stuðla undir hesum, t.d. við at betra um produktivitetin ella við at minka um dálking, spill ella útlát.
Føroyskar fyritøkur hava móttikið stuðul frá Nopef, og Ólavur Ellefsen greiddi frá teirra royndum. I 2008 og í 2012 móttók Tøkni, táverandi Simprentis, stuðul til tvær ymiskar verkætlanir, sum høvdu sum endamál at stovna eitt sølunet í Kasakhstan og eina menningardeild í Indonesia.
Hilmar Sam Lamhauge, vinnuráðgevi í Eik, greiddi eisini frá um fíggingarmøguleikar hjá føroyskum fyritøkum.
Stuðul frá Nopef kann verða viðkomandi fyri tey, sum hava ætlanir ella sum umhugsa at seta á stovn søludeildir uttanfyri landoddarnar. Um ivamál eru, ber til at seta seg í samband við Per Ovesen á teldupost per.ovesen@nefco.fi.
Til ber at lesa um Nopef her:
http://www.nopef.com/media/Nopef_October%202015_ENG_lores%20(2).pdf