NORA lýsir eftir verkætlanum

20. januar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Freistin at søkja er 3. mars 2014

NORA, sum er Norrønt Atlantssamstarv, søkir nú eftir verkætlanaruppskotum til samstarvsverkætlanir í NORA-økinum (Føroyar-Grønland-Ísland-Strandanoreg). NORA kann í mesta lagi játta 500.000 krónur í stuðli um árið í trý ár, tvs. tilsaman 1,5 millión krónur fyri hvørja verkætlan. Tær verkætlanir, sum hava fingið stuðul higartil, eru sera ymiskar og liggja innanfyri nógv ymisk øki, men felags fyri tær allar er, at samstarv og nýskapan er ein týdningarmikil partur av umsóknini.

Serligu átaksøkini hjá NORA í strategiætlanini frá 2012 eru:

  • at gera sterkar síður sterkari

  • at skapa nýggjar møguleikar

  • at vinna á teimum stóru frástøðunum

Serliga raðfestar í ár verða umsóknir, sum fylgja evninum frá NORA Region Conference 2013: Nordatlanten í medierne – medierne i Nordatlanten.

Umsóknarfreistin er 3. mars 2014.

Til ber at lesa meira á heimasíðuni hjá NORA www.nora.fo

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya