Norðmenn leggja ætlan fyri marina gransking

05. mars. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Norðmenn leggja nú nýggja ætlan fyri marina gransking fram til 2021. Norski fiskimálaráðharrin Lisbeth Berg-Hansen hevur stórar vónir til granskingarætlanina, sum skal tryggja støðuna hjá Norra sum heimsins fremsta sjómatartjóð.

Norski fiskimálaráðharrin Lisbeth Berg-Hansen hevur sett ein strategibólk at arbeiða við einum uppskoti til eina samlaða ætlan fyri, hvussu marin gransking skal skipast fram til 2021. Norra brúkar 2,8 mia. kr. til marina gransking um árið og høvuðsspurningurin er, um peningurin verður brúktur rætt.
Í hesum sambandi eru allir aktørar innan fiski- og ali vinnuna og granskingarumhvørvini, biðin um at gera sína ávirkan galdandi við at koma við uppskotum til granskingarætlanina.
Tá seinasta freistin fyri at koma við uppskotum var úti seinastu viku, vóru umleið 400 uppskot komin inn. Nú verður tað arbeitt við at greina og leggja til rættis innkomnu uppskotini og síðani ferð strategibólkurin til verka.
Arbeiðið við nýggju marinu granskingarstrategiini skal verða liðugt 1. november í ár

Annað á breddanum

  1. Føroya Handverksmeistarafelag: Lisitatiónslógin er ein styrki, ikki ein forðing

    Tá SEV í grein á VP sigur at pumpuskipanin í Vestmanna gjørdist dýrari orsaka av lisitatiónslógini, vil Føroya Handverksmeistarafelag gera vart við, at tað er ein undanførsla

    04. Juli. 2024 | Handverk og ídnaður
    Vinnuhusi 4991
  2. Nýggj kanning av marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur og tænastur

    Føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur eftirlýsa betri marknaðaratgongd tollmessiga og veterinert á fleiri áhugaverdum marknaðum. Føroyskir útflytarar av tænastum eftirlýsa fleiri tvískattasáttmálar

    01. Juli. 2024
    Depositphotos 442622378 L
  3. Hvør skal hava heiðurin sum Vinnuátakið 2024?

    Á árliga Vinnudegnum velur ein dómsnevnd á hvørjum ári Ársins Virki og Ársins Vinnuátak. Hetta er eisini ætlanin at gera í ár.

    25. Juni. 2024 | Almenn tíðindi
    VINNUÁTAKIÐ 2024