Norðmenn økja framvegis laksaútflutningin

14. desember. 2009 | Tíðindi | Havbúnaður

Útflutningsvirði av norskum laksi var í november 2,2 mia. norskar krónur. Hetta er tað hægsta útflutningsvirði nakrantíð. Orsøkin er, at størri nøgdir av laksi eru framleiddar og útfluttar og góði laksaprísurin, sum var serliga fyrra hálvár í ár.

Samanborið við sama mánaða seinasta ár er útflutningsvirði 498 mió. kr. hægri enn undanfarna ár. Tølini vísa eisini at útflutningurin av tilvirkaðum vørum økist meira enn útflutningurin av feskum heilum laksi, sigur Paul Åndal frá Eksportutvalget for Fisk.
Prísurin á feskum heilum laksi øktist 98 oyru í november mánaða, samanborið við undanfarna mánaða. Íalt vóru útflutt góð 71.000 tons av laksi í november í ár, sum er umleið 12.000 tons fleiri enn sama mánaða í fjør.
 Kelda: www.kyst.no.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya