Norðurlond hýsa nýggjum dátumiðstøðum

06. juli. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

KT-risar sum Microsoft og Google hava tørv á fleiri nýggjum dátumiðstøðum og leita tí eftir køldum økjum, ið eru egnað til hetta endamál. Í hesum sambandi verða fleiri norðurlond nevnd sum áhugaverd øki.

Dátumongdin í heiminum økist við rúkandi ferð og fleiri serfrøðingar halda, at mongdin tvífaldast umleið 18. hvønn mánaða.
Til tess at nøkta vaksandi tørvin á dátuhýsing, leita stóru KT-fyritøkurnar eftir støðum, ið eru egnað til nýggjar dátumiðstøðir, og í hesum sambandi verður áhugi sýndur fyri fleiri norðurlondum.
Tað eru m.a. ES-reglugerðin um goymslu av dátuupplýsingum og sosial netverk, sum eitt nú Facebook, ið eru orsøk til vaksandi dátumongdina, ið setur krøv til enn fleiri dátumiðstøðir. Ein dátumiðstøð er ein ella fleiri bygningar við niðurkøldum rúmum, ið eru full av teldum og diskla-skipanum, sum í flestu førum er knýtt í internetið við góðum linjusambandi.
Microsoft hevur eftir øllum at døma umhugsað at fingi sær eina dátumiðstøð í Grønlandi, men hevur í fyrsta umfari betri eyga á teimum køldu økjunum í Sibiria.
Í einum teldubrævi til norska blaðið Aftenposten váttar Microsoft, at tey í løtuni arbeiða við metingum um, hvar teirra nýggju dátumiðstøðir skulu húsast.
“Vit halda møguleikarnar í Ruslandi vera spennandi, men enn hava vit ikki tikið avgerð um at byggja nakra dátumiðstøð har,” sigur Microsoft.
Google hevur leingi hugsað um at gera eina dátumiðstøð í Íslandi, men hevur fyribils keypt eina fyrrverandi pappírsverksmiðju í Finnlandi til hetta endamál. Keypsprísurin var meira enn 300 mió.kr.  
Svøríki, Noreg og Kanada royna eisini at bjóða seg fram til at hýsa dátumiðstøðum, og herfyri tók KT-risin Logica avgerð um, at gera eina nýggja dátumiðstøð í Norður-Svøríki.
Tað, ið vekir áhugan hjá KT-fyritøkum fyri hesum londunum, er fyrst og fremst tað kalda veðurlagið. Dátumiðstøðir krevja nevniliga nógva el-orku til niðurkøling, og jú kaldari veðurlagið er, jú minni tørvur er á el-orku.
Herafturat er tað eisini ein fyrimunur, at jarðfrøðiligu og politisku viðurskiftini í norðurlondum eru støðug, og at hesi londini sýna stóran áhuga fyri grønari og varandi orku. 
Kelda: E24.no

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya