Noreg klárar ikki at framleiða øktu toskakvoturnar

29. oktober. 2012 | Tíðindi | Fiskivinna

Øktu toskakvoturnar í norskum sjógvi hava givið norðmonnum ein trupulleika.

Samstundis sum norska framleiðsluorkan á landi og á sjónum er minkað seinnu árini, loysir framleiðslan í Kina seg alt verri, orsakað av hækkandi kinesiska lønarlagnum. Hetta hevur ført til, at framleiðslan av norskum toski í Kina er minkað í stórum í 2012. Komandi ár hækkar norska toskakvotan við 30%, og tí er kvotan munandi størri enn framleiðsluorkan í løtuni. Hetta kann føra til lækkandi prís á toski, metir formaðurin í Norges Sjømatråd.
Um prísurin lækkar, kann tað framvegis gerast lønandi at senda hann til Kina til virkingar, men hetta verður ikki mett at verða ein haldbar støða upp á longri sikt.Norðmenn vænta, at framleiðsluorkan á landi fer at verða óbroytt komandi árini, og tí má toskurin framleiðast aðra staðni, eitt nú í baltisku londunum og øðrum evropeiskum londum.
Noreg er partur av Pan-evropeisku kumuleringsavtaluni og tí kunnu fyritøkur í londum, sum eru partur av avtaluni, innflyta norskan torsk, virka hann og selja virkaðu vøruna við uppruna úr framleiðslulandinum, eftir teimum treytum, sum eru í kumuleringsavtaluni.
Hóast Føroyar er partur av kumuleringsavtaluni, er flutningskostnaðurin úr Noreg til Føroya framvegis ein forðing fyri at virka norskan tosk í Føroyum. Tó so verður nakað av norskum toski innflutt til Føroya til virkingar.
Kelda: Intrafish

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4