Skærmbillede 2024 03 13 082918

Noreg og Ísland renna undan Føroyum í India

13. mars. 2024 | Tíðindi

Møguleikarnir hjá føroyskum fiskaútflutningsfyritøkum at taka kappingina upp í India við sínar norsku- og íslendsku kappingarneytar eru við at tódna heilt burtur í einki.

Ein nýggjur handilssáttmáli millum India og EFTA, har Noreg og Ísland eru limir, hevur við sær, at tollurin á flest øllum útflutningsvørum úr EFTA-londunum hvørvur heilt komandi árini. Her er vert at leggja til merkis, at hetta verður eisini galdandi fyri týdningarmiklu fiskavørurnar laks, makrel og tosk, har tollurin verður heilt burtur innan fimm til sjey ár. Samstundis mugu føroyskar fyritøkur framvegis rinda um 30 prosent í tolli fyri flestu fiskavørur, sum tær vilja útflyta til India.

Við nýggja handilssáttmálanum eru umstøðurnar hjá føroyskum fiskaútflytarum at kappast tí burtur.

Spennandi útlit í India
Tann indiski marknaðurin telist millum teir mest spennandi marknaðirnar í heiminum. India er fólkaríkasta landið í heiminum og hevur heimsins fimt størsta búskap.  Landið hevur eina vaksandi miðalstætt, sum ikki aftrar seg við at brúka pengar. Av somu orsøk hava bæði ES og EFTA ligið fram við at fáa ein handilssáttmála í lag við India.

Kappingarneytar betri treytir
Føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur hava yvirskipað nógv verri treytir enn okkara kappingarneytar at útflyta fiskavørur. Ein høvuðsorsøk er, at Noreg og Ísland við sínum EFTA limaskapi hava høgliga atgongd til nógv fleiri marknaðir enn Føroyar hava.

Fiskaútflutningsfyritøkurnar í Føroyum hava í fleiri umførum staðiliga heitt á politisku skipanina um at vinna okkum betri marknaðaratgongd í Asia, tí marknaðurin stórur, eitt nú fyri laks, makrel, sild og svartkjaft. Men tíverri er framvegis eingin framgongd at hóma, tí Føroyar sita ikki við samráðingarborðið nakrastaðni.

Samstundis renna Noreg og Ísland undan Føroyum. Hesaferð á fólkaríkasta marknaðinum í heiminum, India.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya